Tá útróðrarbátarnir komu aftur í dag, var hýsuprísurin fallin niður ígjøgnum. Ti avgjørdi manningin á Kallanesi at selja umleið 700 kilo, á kajini niðanfyri INN handilin úti íKlaksvík, til privatfólk.
Byrjað var klokkan 14.30 og teir biðja okkum siga, at enn er nakað eftir. Selt verður í posum á 5 kilo og 10 kilo.




