Harleywoodpaint
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Førdu 21-16 tá 15 minuttir vóru eftir

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur helst ongantíð verið so nær við at vunnið ein dyst hetta kappingarárið.

KÍF vitjaði Team Klaksvík í einum avgerandi steypadysti í kvøld. Hjá Team Klaksvík var lykaleikarin Sámal á T. Olsen ikki við, men hóast hetta, so skuldi tað vísa seg, at heimaliðið kundi nakað í hesum dystinum.

Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á og KÍF hevði sum oftast tepra leiðslu. Men stutt undan hálvleikinum kom Team Klaksvík á odda og førdi 17-15 í hálvleikinum. Tað byrjaði eisini væl í seinna hálvleiki, har heimaliðið kom uppá 21-16, tá bara 15 minuttir vóru eftir. Serliga spældi danski málverjin Kristoffer Hedegaard væl hesa løtuna. KÍF fór at mansuppdekka Bogdan Florea og Niels Viggo Niclasen um hetta mundi, og tað gjørdi fullkomiliga enda á Team Klaksvík í hesum dystinum. KÍF kom heilt uppá 27-21, áðrenn Team Klaksvík skoraði aftur. Endaliga úrslitið gjørdist 28-23 til KÍF og sostatt vann KÍF seinastu 15 minuttirnar 12-2. At Team Klaksvík er á odda nakað inn í dystin er hent ofta fyrr hetta kappingarárið, hóast liðið einki stig hevur fingið enn í nakrari kapping, men neyvan nakrantíð hevur liðið verið so greitt á odda so seint í dystinum. Nær við og tó so langt frá kann helst lýsa tað best, tí seinastu løtuna av dystinum var eingin ivi um vinnaran, har KÍF vann við 5 málum.