Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Likamlig venjing fyri pensjónistar í Eystur kommunu og Fuglafjarðar kommunu

Helgi Abrahamsen

Nánd, (felags heimatænastan í Eystur kommunu og Fuglafjarðar kommunu), bjóðar nú pensjónistum í teimum báðum kommununum likamliga venjing tvær ferðir um vikuna. Talan er um sokallaða sjálvsvenjing, tað vil siga, at eingin venjari verður til staðar.

Venjingin fer fram í hølunum hjá Kappróðrarfelagnum í Fuglafirði (niðanfyri Keypssamtøkuna). Har eru ymisk venjingartól, ið eru tøk til sjálvsvenjingina.

Venjingin byrjar mánadagin 1. Februar og venjingartíðirnar verða mánadag og fríggjadag frá kl. 10 til 12:30.

Tað kostar kr. 20,- fyri hvørja uppmøting umframt eitt árligt limagjald áljóðandi kr. 125,-. Tað kostar kr. 50,- fyri at fáa kort-lykil. Gjøldini fara øll til kappróðrarfelagið.

Byrja við vegleiðing
Byrjað verður mánadagin 1. februar 2016 kl.10.00, har fysioterapeutur greiður frá hvussu tú kanst sjálvsvenja. Tá ber til at koma í kappróðrarneystið at tekna seg til venjingina, at gjalda limagjaldið og keypa kort-lykil.