Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm treystagentur luttaka í kapping um Íslandsmeistaraheitið í vikuskiftinum

John William Joensen

Stórt ferðalag úr Treysti er í dag farið til Íslands at kappast og venja. Longu í morgin skulu fimm gentur luttaka, sum gestir, í kappingini um Íslandsmeistaraheitið fyri børn 11-14 ár. Tær fimm genturnar eru: Birita Ryan, Maria Biskopstø, Óluva Allansdóttir Joensen, Maria Josephsen og Vibeka Sivertsen.

Kappingin um Íslandsmeistaraheitið fer fram í nýggju innandura høllini í Hafnarfirði. Seinnapartin í dag høvdu tey eina lætta venjing undir sera góðum umstøðum í Kaplakriki, sum høllin eitur. 

Í næstu viku fara íðkararnir úr Treysti at venja saman við FH, sum er felagið í Hafnarfirði.

Túrurin er millum annað fyrireiking til DM fyri ung, sum verður fyrst í mars. Vónandi verða tað nøkur teirra ið megna krøvini til tess.

Við tað at talan er um Íslandsmeistaraheitið, so fáa tær onki heiðursmerki, sjálvt um tær enda í topp trý.

Næsta vikuskiftið verður kappast í Stórmót ÍR, sum verður hildið fyri 20. ferð í ár. Tá fara eini 20 íðkarar úr Treysti at luttaka. Tá koma eisini íðkarar úr Bragdið og Hvirluni at luttaka.

Eins og undanfarin ár, so gistir ferðalagið á føroyska Sjómansheiminum Hotel Ørkin.