Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einasti báturin, ið rør út í Hvannasundi er Brandur

Oliver Joensen

 Brandur hevði ein sera góðan dag í dag, knapt 13.000 pund á 54 stampum. Vit eru einasti útróðrarbátur í drift her norðuri í Sundinum, so vit hava eitt stórt øki, mest sum fyri okkum sjálvar. Tað er norður úr Viðoynni, vestur um og suður um.

Hóast fiskiskapurin hjá okkum hevur verið sera góður í dag, so hevur fiskaríið verið lakari her eysturi hjá okkum enn tað hevur verið vestari á, sigur Janus Sørensen, av Viðareiði, skipari á Brandi. Tað sum er, er at hýsan svíkur her á okkara leiðum. Vanliga plagdu 2/3 at vera hýsa hjá okkum um hesa tíðina og 1/3 toskur. Men í vetur hevur tað í veruleikanum verið beint øvugt. Hýsan hevur orduliga svíkt.

Fiskiskapurin hjá okkum hevur verið betur higartil í ár enn um somu tíð í fjør, men eg fýlist tó á, tí vit hava eitt so ógvuliga stórt øki fyri okkum sjálvar í dag. Bátarnir í Klaksvík koma onkuntíð hendavegin,men tað er sjálvdan, tí sjálvandi fiskiskapurin hevur sum sagt verið betri vestari á, einamest tí at lítið av hýsu hevur verið her eysturi afturímóti á vestaru leiðunum.

Janus Sørensen, skipari sigur annars, at teir eru tríggir mans við Brandi og harafturat eru tveir fastir í landi, so vit eru fimm mans, ið hoyra til bátin. Harafturat eru akkordegnarar, teir eru úr 70 ára gamlir upp í 87 ár. Her hjá okkum hevur ikki staði á at fingið egnarar.

Onki innvigingarpláss er í Hvannasundi ella Norðdepli, so fiskurin hjá okkum fer beinleiðis í køssunum við lastbili til NFCS í Klaksvík. Annars hava vit eisini selt nógv til Norðfrá í Leirvík, sigur Janus Sørensen beint afturkomin av útiróðri.