Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Príshækkingin hjá Effo er orsaka av hægri avgjøldum

Helgi Abrahamsen

Fyrri í dag skrivaðu vit, at prísurin á bensini og dieselolju eru hækkaðir, men at hetta er ikki orsaka av at punktgjøldini eru hækkað. Søguna høvdu vit frá Hendriki Egholm, stjóra á Magni.

Men stjórin á Effo, Niels Juel Nattestad, hevur eina heilt aðra søgu um, hví teirra prísir eru hækkaðir.

“Avgjøldini eru hækkað við 25 oyrum fyri hvønn litur av dieselolju og við 30 oyrum fyri bensinið, og tað verður alt lagt afturat prísinum,” sigur hann.

“Tá prísurin skal hækka so nógv, so ber ikki til at gera tað í einum høggi, tí eyguni mugu haldast við, hvat kappingarneytin ger. Vit høvdu olju á goymslu, sum var keypt inn fyri tað lægra avgjaldið, men vit hava hækkað prísin spakuliga orsaka av broyttu avgjøldunum” sigur hann.

Oljuprísirnir eru annars hækkaðir teir seinastu dagarnar, men tað hevur higartil ikki havt nakra ávirkan á Effo, tí felagið hevur ikki keypt olju inn, síðani prísurin fór upp, sigur Niels Juel Nattestad.

Harleywoodpaint