Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri fótbóltsstjørnur enda í Kina

Jákup Ósá

Bæði Chelsea, Atletico Madrid og Roma hava selt profilar til Kina í januar, har Alex Teixeira helst eisini endar.

Bæði Chelsea, Atletico Madrid og Roma hava selt profilar til Kina í januar, har Alex Teixeira helst eisini endar.

Sum nakað heilt nýtt enda nú fleiri av mest eftirspurdu fótbóltsleikarunum í feløgum í Kina , ið keypa vegna mongu pengarnir, sum nú eru komnir í fótbóltin í Kina.

Fyrr í mánaðinum seldi Chelsea Ramirez (25 milliónir mp), Inter seldi Fredy Guarin (10 milliónir pund), Roma seldi Gervinho (13,8 milliónir pund) og Ateltico Madrid seldi Jackson Martinez (32 milliónir pund) til feløg í Kina. Og nú skrivar m.a. Sky Sports, at Shaktar Donetsk er í gongd við at selja Alex Teixeira til felagið Jiangsu Suning í Kina. Prísurin sigst vera 38 milliónir pund. Júst Teixeira var álopsleikarin, sum Liverpool ynskti at keypa í januar, men feløgini blivu ikki samd um prís, og nú endar leikarin eftir øllum at døma í Kina.