Summir útróðrarmenn fáa óvanliga nógvan fisk í hesum døgum.
Fekk góð 800 pund uppá stampin
Summir útróðrarmenn fáa óvanliga nógvan fisk í hesum døgum.
Vit lesa javnan um góðar dagar hjá føroyskum útróðrarbátum, sum í vetur hava fingið meira fisk enn í fleiri ár. Teir bestu túrarnir, og teir hava ikki verið so fáir, fara væl uppum 10.000 pund, ið hevur verið sjáldsamt undanfarnu ár.
Men samanbera vit við fiskiskapin hjá útróðrarmonnum í Noregi, so er framvegis langt upp har til. Tí Norges Råfisklag skrivar í gjár, at ein útróðrarmaður í Noregi, sum eitur Brynjar Bangsund, fekk 800 pund uppá stampin. Hann hevði 40 stampar við ein túr og fekk tilsamans 35.000 pund, ið má sigast at vera ótrúliga góður fiskiskapur. Meginparturin var hýsa, sum eisini var sera væl fyri, sum myndirnar vísa.
Myndirnar eru frá Norges Råfisklag av fiskiliga norska útróðrarmanninum.




