Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt løgregluátak í Nuuk

Helgi Abrahamsen

Løgreglan í Nuuk hevur síðani í gjárkvøldið hildið eitt øki í býnum avsperrað, tí ein maður í gjár kom við hóttanum ímóti studentaskúlanum GU. Tað skrivar blaðið Sermitsiaq. Talan er um ein fyrrverandi næming á skúlanum, og hann er framvegis ikki handtikin.

Løgreglan royndi í gjár at fáa mannin at geva seg yvir, men tað hevur hann framvegis ikki gjørt. Upplýst verður ikki, hvørjum maðurin hevur hótt við.

”Nei vit halda ikki at tað er rætt at siga nakað enn, um hvat tað eru fyri hóttanir,” segði starvsfólkaleiðarin hjá løgregluni á tíðindafundi í morgun.

Eingin hevur fingið skaða í sambandi við hendingina.