Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leicester greitt á odda

Jákup Ósá

Komandi umfar møtast 4 tey fremstu liðini í Premier League.

Leicester vann toppdystin móti Manchester City í dag. Úrslitið gjørdist 3-1. Hetta merkir, at Leicester er heili 5 stig frammanfyri nr. 2. Samstundis misti Manchester City 2. plássið til Tottenham, ið vann 1-0 móti Watford. Í morgin spælir nr. 4 Arsenal á útivølli móti Bournemouth. Vinnur Arsenal har, so eru 6 stig millum nummar 1 og 4, og tá skulu øll hesi møtast innanhýsis næsta umfar. Arsenal tekur ímóti Leicester, meðan Manchester City tekur ímóti Tottenham. Eingin ivi er um, at tað umfarið kann avgera nógv, nú vit nærkast endaspurtinum í Premier League.