Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blé aftur í Effodeildini?

Jákup Ósá

Fyrrverandi KÍ leikarin var leygardagin aftur at síggja hjá liði í Effodeildini.

Evrard Blé verður eftir øllum at døma at síggja aftur í Effodeildini.

Sum myndin vísir, so var Evrard Blé at síggja á B68 liðnum, sum í gjár spældi venjingardyst í Fuglafirði móti ÍF. B68 hevur ikki kunngjørt, um nakar sáttmáli er gjørdur, so helst er talan í fyrstu atløgu um royndarvenjing. Blé spældi í fjør við KÍ fyrsta partin av kappingini í Effodeildini, meðan hann spældi við Giza/Hoyvík í 2.deild í seinnu hálvu. 
ÍF vann venjingardystin 2-1. Málini hjá ÍF skoraðu Clayton Soares og Margeir Toftegaard.