Fyrstu 9 mánaðirnar av 2015 seldi Bakkafrost fyri meira enn tvær milliardir krónur. Hetta er ein stórur vøkstur í mun til 2014. Rakstrarúrslitið í sama tíðarseiði var 744 mió. krónur í avlopi og eginognin kom uppá 2,3 milliardir krónur. Tað upplýsti fíggjarleiðarin á Bakkafrosti, Gunnar Nielsen, á Virkisdegnum í gjár.
“Tá eg byrjaði í starvinum fyri ikki so langari tíð síðani, helt eg, at tølini vóru ræðuliga stór, men hetta er sum Amasonáin. Hon hevur ófatiliga stórar mongdir av vatni, tí 1.100 smærri áir renna í hana,” segði Gunnar Nielsen.
“Høvuðstølini hjá Bakkafrosti eru risastór, men har er ein long virðisketa við “farming”, “góðsking” og “fóðri” við nógvum undirdeildum, og allar hesar hava týdning fyri endaliga úrslitið,” segði hann.
Oslo Børs setur stór krøv
Tað at vera á virðisbrævamarknaðinum setur stór krøv til Bakkafrost. Gunnar Nielsen segði, at allir íleggjararnir skulu fáa upplýsingar um úrslitið samstundis, og tí er umráðandi, at tølini koma út gjøgnum tær røttu kanalirnar.
“Vit á fíggjardeildini hava til dømis ikki loyvi at handla við partabrøvum í løtuni, tí vit kenna trúnaðarupplýsingar,” segði hann.
Uni Arge, ið leiddi Virkisdagin, spurdi Gunnar Nielsen eftir framløguna, hvussu tað ber til, at vit fáa at vita í fjølmiðlunum, at Bakkafrost er vert 11 milliardir, tá tølini vísa, at eginognin er “bara” 2,3 milliardir.
Gunnar svaraði, at tær 11 milliardirnar er tað sum íleggjarar “trúgva uppá” fyri framtíðina.




