Talan er um nærum sama lið, sum fyri tveimum árum síðani gjørdist steypavinnari hjá dreingjum 10.
Í 2014 vann Team Klaksvík steypakappingina hjá dreingjum 10. Tá blivu teir eisini søguligir, tí teir vunnu fyrstu steypakappingina, sum Team Klaksvík nakrantíð hevur vunnið. Og nú sami aldursbólkur spælir í dreingjum 12, so hava hesir aftur spælt seg í steypafinaluna. Venjari hjá Team Klaksvík er Hanus Norðberg. Mótstøðuliðið verður H71, og verður dysturin spældur í Høllini á Hálsi sunnudagin kl. 15.00. Dysturin verður eisini stroymaður á hsf.fo
Finaluliðini hjá yngru deildunum sunnudagin eru hesi:
Kl. 12.50: Gentur 10: H71-StÍF
Kl. 13.30: Dreingir 10: H71-VÍF
Kl. 14.10: Gentur 12: H71-VÍF
Kl. 15.00: Dreingir 12: H71-Team Klaksvík
Kl. 15.50: Gentur 14: Kyndil-VÍF
Kl. 16.50: Dreingir 14: Neistin-H71
Kl. 17.50: Gentur 17: Kyndil-H71
Kl. 19.00: Dreingir 16: H71-VÍF




