VIDEO: KÍ gjørdist stóri sigursharrin í Futsal kappingarárið 2015-2016. KÍ vann gull í Gentur U12, Gentur U17 og Dreingir U14.
Farna vikuskifti vórðu seinastu umførini í Futsal hjá gentum og dreingjum, kappingarárið 2015-2016, spæld á Eiði og á Kambsdali.
Endin gjørdist, at KÍ vann trý føroyameistaraheitir. KÍ vann í kappingunum fyri Gentur U12, Gentur U17 og Dreingir U14.
Felagsliðið B68/NSÍ vann gull í kappingini fyri Gentur U14. Giza/Hoyvík fór avstað við FM í Dreingir U12, meðan 07 Vestur vann føroyameistaraheitið fyri Dreingir U16.
Mynd og videobrot: FSF




