Grand Prix í badminton verður um vikuskiftið.
Hetta vikuskiftið verður 5. og seinasta Grand Prix-kappingin í einmansleiki í badminton spæld á Kambsdali og í Runavík.
Ikki færri enn 206 leikarar hava melda seg til kappingina, og hetta er met. Tað merkir at umleið 360 dystir skulu spælast hesar báðar dagarnar.
U11, U15 og U17A spæla í høllini á Kambsdali leygardagin frá klokkan 9.
U13 spælir somu tíð í Bylgjuni í Runavík.
U17B, U17C og vaksin spæla í høllini á Kambsdali sunnudagin frá klokkan 13.
Øll feløgini verða við
Til kappingina hesaferð luttaka leikarar úr øllum 7 feløgunum (HBF, MBF, KBF, VÍF, ÍF, Nápi og Sandoyar Badmintonfelag).
Hetta er fyrstu ferð at Sandoyar Badmintonfelag er við.




