”Eg leggi frá mær um eina viku, tí eg tími ikki meira.” Tað sigur Niels Petur Bech, formaðurin í hondbóltsfelagnum Tjaldri. ”Eg eri troyttur av at leiða eitt felag, har ungdómurin pakkar saman, tí felagið hevur ikki ráð at seta ein ungdómsvenjara,” sigur hann.
Stríð hevur tikið seg upp millum Hondbóltsfelagið Tjaldur og Runavíkar kommunu um reklamuskelti. Stríðið byrjaði tá ítróttarhøllin í Runavík, Bylgjan, varð umbygd fyri einum góðum ári síðani. Áðrenn umbyggingina hevði Tjaldur lýsingar hangandi í høllini, og hesar vóru ein týðandi partur av inntøkunum hjá felagnum. Men síðani høllin varð umbygd hevur kommunan ikki givið pláss fyri skeltum í høllini.
”Tað gongur illa at manna nevndina í Tjaldri, tí eingin tímir at sita í eini nevnd, sum má brúka so nógva orku til at skipa fyri tombola og øðrum, fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga,” sigur Niels Petur Bech.
Býráðið sær tað sum eina roynd
Í Runavíkar býráð halda tey ikki, at støðan er løst so føst, sum formaðurin í Tjaldri vilja vera við.
Kári Egholm Jacobsen, formaður í mentanarnevndini, sigur við Norðlýsið, at tá Bylgjan varð umbygd, valdu tey at steðga á eitt sindur og gera royndir við lýsingarskermum heldur enn at skrúva skelti á veggirnar.
”Tankin var, at tað var ein snøggari loysn, sum var verd at royna, og tað er eingin sum sigur, at tann støðan ikki kann verða broytt aftur,” sigur hann.
Spurdur um Tjaldur fær inntøkur av tí, sum verður víst á skermunum, sigur Kári Egholm Jacobsen, at um Tjaldur selur lýsingar á skermunum, so fáa tey pengar fyri tað. Hann vísir eisini á, at tað er meira enn tann eina høllin í kommununi, og tað mugu tey í býráðnum eisini hugsa um.
Mentanarnevndin í Runavíkar býráð fer á fundi í komandi viku at viðgera skelting av bygningum í kommununi í síni heild, og tá verður støðan í Bylgjuni eisini tikin við, sigur Kári Egholm Jacobsen.




