Tað bendi okkurt á, at KÍ verjuleikari fekk álvarsligan skaða í VFF Kup seinnapartin.
Tað var í seinna dystinum hjá KÍ móti Skála, at Ahmed Mujdragic knappliga lá á vøllinum uttan at hava verið í nøkrum nærdysti. Sum skilst er tað knæið, ið hann fekk trupulleikar av. Ahmed fór út og beinleiðis á landssjúkrahúsið. Har fór hann í røntguna, men tá Norðlýsið fyri løtu síðani tosaði við KÍ umboð, ið eru á staðnum, so var einki endaligt svar komið enn um, hvussu álvarsamt tað er.




