Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Torraskránni

Klaksvíkar Kommuna

Nógv ymiskt er á skrá í drúgvu og rúgvusmiklu Torra-skránni. Í kvøld verður byrjað við tónleiki í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Nógv ymiskt er á skrá í drúgvu og rúgvusmiklu Torra-skránni. Í kvøld verður byrjað við tónleiki í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Mánadagur 15. februar

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.30
Klaksvíkar Tónlistaskúli hevur næmingakonsert – bólkar og einsklingar framføra serliga útsettan føroyskan og norðurlendskan tónleik.

Týsdagur 16. februar

Húsarhaldsskúlin – kl. 16.00 – 21.00
Framsýning av næmingaarbeiði
Á skránni er m.a. mótasýning og til ber at royna góðan mat,
og annað leskiligt, sum tey læra at gera á skúlanum

Klaksvíkar Bókasavn – kl. 19.30
Bindiskeið verður á bókasavinum. Sára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda fimm ymsar bindihættir. Holsokkamynstur, Hálvpatent, Blørður, Rossaber og Snar.

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.30
Líggjas í Bø hugleiðir um “Klaksvíksstríðið”
“Nú eru 60 ár síðani, klakksvíkingar gjørdu uppreistur móti donskum valdi í Føroyum”.