Í morgun var fundur á Norðlýsinum um ferðavinnumøguleikar í Kalsoynni og ferðavinnu í síni heild. Tað vóru umboð fyri Uttanríksi- og Vinnumálaráðið og Visit Kalsoy, ið vóru við á fundinum.
Tosað varð millum annað um framtíðarætlanir fyri ferðavinnuna í Kalsoynni sum heild, og hvat gerast kann, fyri at røkka málsetningunum. Eisini vóru ítøkilig uppskot umrødd, ið ætlanir eru um at gera á staðnum, og hvat myndugleikarnar kunnu gera, fyri at stuðla hesum ætlanum. Ikki óvæntað varð eisini komið inná aktuellu støðuna á samferðsluøkinum.
Tey ið luttóku á fundinum vóru:
Fyri Visit Kalsoy:
Jóannes Kallsgarð á Trøllanesi
Jógvan Jóhannesen úr Mikladali
Magin Garðalíð av Húsum
Olivur Thomsen (kassameistari í Visit kalsoy)
Oliver Joensen (frá Norðlýsinum)
Fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið:
Jóhan Pauli Helgason
Gunvør Balle
Aftaná fundin við Visit Kalsoy fóru umboðini fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á fund við Norðoyar Kunningarstovu og Klaksvíkar Býráð.




