Flogbóltsfinalur 2016: SÍ fekk enn ein steypasigur í hús, tá gentur 14 vunnu 2 – 0 á TB.
SÍ var í ár við í 9 av 10 steypafinalum. Tað eydnaðist teimum at vinna 5 gullheiðursmerki. Gentur 14 hjá SÍ var eitt teirra, sum fekk gullmedaljuna um hálsin.
TÍÐINDASKRIV FRÁ FBF:
Steypafinalur: Gentur 14, SÍ – TB 2-0
SÍ fekk enn ein steypasigur í hús, tá gentur 14 vunnu 2 – 0 á TB – ein sigur sum ongantíð var í vanda. Sørvágsgentur vunnu settini: 25 – 14 og 25 – 8.
Dagsins leikarar:
SÍ: Guðrun Johnsdóttir Kruse
TB: Jóhanna Stórhamar




