Hesa sigandi yvirmeting av læknaligari ábyrgd – og undirmeting av menniskjaligari dømikraft – borðreiddi ein yvirlækni við, í enn eini desperatari roynd at skerja ella niðurlaða heilsutænasturnar á almennum sjúkrahúsum úti um landið.
Meðan arbeiðsbólkur situr og arbeiðir við uppskoti til nýskipan av heilsuverkinum, eru læknar á landssjúkrahúsinum dagliðir gestir í miðlunum við sínum “viðmerkingum”. Teir megna ikki at geva arbeiðsbólkinum sama frið, sum stjórin á landssjúkrahúsinum krevur, nú hann sjálvur er settur at nýskipa fiskivinnu. “Målet helliger midlet”. Tað er væl vert at koma við enn eini lítlari indoktrinering. Dulnevndir ”bólkar”av læknum halda tað vera ógjørligt at samskipa okkara sjúkrahús. Teir meina, at tey smærru skjúkrahúsini ikki skulu kallast sjúkrahús, men heldur ”útistovur”, og syngjaso aftur gomlu svaduni, men gloyma (ella skammast at nevna) stongsulin av føðistovunumog sjálvskapta ræðuleikan fyri barnakonur við føðingum í bilum, fram við koyrivegum ella á víkiplássum. Somuleiðis tiga teir burtur síni egnu tragikomisku harraboð um, at nú skulu øll føroysk børn bert føðast í Tórshavn.
Vit hava í áravís verið vitni til ta manipulatión, ið fer fram á heilsuøkinum fyri politiskt at kunna beina fyri smærru sjúkrahúsunum. Tosað verður um fakkunnleika, men ósakligir pástandir, beinleiðis ósannindi og villeiðandi propaganda er tað, ið framført verður júst frá teimum, ið áttu at vita betur. Tað gevur at bíta, tá talan er um barnaføðingar.
Ávísir politikarar ganga á odda at niðurleggja føðistovur uttan fyri Havnina, og tvinga frískar og sunnar kvinnur undir læknahond at føða frísk og røsk børn. Hetta er langt úti, og í allar mátar óneyðugt og óneyðuga kostnaðarmikið við ferðum og uppihaldi í drúgva tíð.
Ein danskur embætismaður er, sum skilst, fyribils settur landslækni. Sær sjálvum líkt heitir Tjóðveldi gjøgnum heilsumálaráðharrasín á henda fyribilssetta læknan um at tulka føroyskar lógir, traditiónir og ætlanir. Sjálv man landsstýriskvinnan við heilsumálum , saman við hópin av føroyingum havt góðar royndir av sjúkrahúsinum í teirra oyggj. Sjálvandifær hon núat vita, at ein fyribilssettur landslækni er solidariskur við hópin av nærmastu kollegunum íHavn. Var annað væntandi frá einum manni, sum av nattúrligum orsøkum má hava sera avmarkað innlit í føroyskt lógarverk, traditiónir og landsins viðurskifti sum heild.
Danir hava júst viðgjørt evnið opið og erligt í temasendingunum “heimaføðslar” í teirra public service kringvarpi, DR. Kendi sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling var við ísendingunum. Har var fakkunnleiki sjálvandi settur í hásætið. Føroyingar høvdu endiliga møguleikan at fáa eina heilt aðra søgu enn tær vanligu, litaðu ræðusøgurnar,frá ávísum læknum á L S, í okkara skattatyngjandi, tendentiøsa og centralistiska “sludrichatolli”, KvF.
Fyrimunir og vansar eru við at føða heima, og tað sama er galdandi við at føða á sjúkrahúsi við fullari tilbúgving og útbúnaði. Heimaføðingar vinda NÓGV uppá seg í Danmark og eru púra vanligar í t.d. Niðurlondum. Har verður sagt, at talan er um ein kulturellan mun. Meðan ein graviditetur í Danmark byrjar hjá einum lækna, byrjar hann í Hálandi hjá Ljósmóðurini. Ljósmóðurin er fult útbúgvin at taka ímóti børnum. Hon veit eisini fullvæl, um vandi er á ferð, og neyðugt skuldi verið at tilkalla lækna. Læknar eru til sjúku- og skaðaviðgerðir. At eiga børn er eingin sjúka, og hevur ongantíð verið tað í Føroyum.




