Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havi bestan hug at javna moskuna við jørðina

Helgi Abrahamsen

“Tað er eingin orsøk at lata Grimhøjmoskuna vera opna ella at lata imam Abu Bilal verða verandi í landinum.”

Inger Støjberg, integratiónsmálaráðharri, er ikki mjúk í orðum, nú TV 2 hevur avdúkað loyniligar upptøkur, sum avdúka at Abu Bilal mælir til at ótrúgvar muslimskar kvinnur, sambært sharialógini, skulu pískast ella steinast, og at tað sama eigur at galda fyri muslimar, sum venda islam ryggin.

“Tað er fullkomiliga óhoyrt, at tað finnast menniskju í Danmark, í prætika tílíkt,” sigur Inger Støjberg. “Tað hoyrir ikki heima her, og hann hoyrir heldur ikki heima í Danmark,” sigur hon.

Løgreglan hevur upplýst, at tey fara at kanna útsøgnina hjá imaminum nærri.