Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingar keyptu tá føroyingar seldu

John William Joensen

Tað var áhugaverdur og fangandi lestur nú Dimmalætting útgreinaði hvussu stórur partur av yvirskotinum hjá Bakkafrost verður goldið sum vinningsbýti til útlendingar. Ein milliard beinleiðis av landinum – og søgan er áhugaverd og ikki minst at sambært roknskapinum kemur Bakkafrost at gjalda umleið 400 milliónir í beinleiðis skatti inn í landskassan í 2016.

Tað var áhugaverdur og fangandi lestur nú Dimmalætting útgreinaði hvussu stórur partur av yvirskotinum hjá Bakkafrost verður goldið sum vinningsbýti til útlendingar. Ein milliardbeinleiðis av landinum – og søgan er áhugaverd og ikki minst at sambært roknskapinum kemur Bakkafrost at gjalda umleið 400 milliónir í beinleiðis skatti inn í landskassan í 2016.

Yvirskotið er illgrunasamt, sigur føroyskur búskaparfrøðingur. MEN um vit lata slíkar útsøgnir liggja og hyggja eftir tølunum, so er talan um eina veruliga sólskinnsøgu.

Bakkafrost hevði 810 milliónir í yvirskotið í 2015. Gjørdi íløgur á góðar 600 milliónir í 2015. Beinleiðis skattur til gjaldingar til Landskassan í 2016 verður umleið 400 milliónir. Gjalda vinningsbýti á 400 milliónir.

Størsti avtakarin av vinningsbýtinum uppá 400 milliónir krónur, er tann føroyski landskassin, sum fær umleið 120 milliónir av hesum 400 milliónunum. Síðani fáa eigararnir restina, har størsti eigarin fær slakar 38 milliónir krónur.

Útlendingar keyptu tá føroyingar seldu

Bakkafrost fór á Keypskálan í 2010, har stovnsligir (eisini almennir) og privatir íleggjarar fingu møguleikan at keypa partabrøv í Bakkafrost. Føroyingar áttu 100% av felagnum, tá tað fór á Keypsskálan, og umleið 44% var sett til sølu. BankNordik seldi síni 34% og aðrir seldu umleið 10%. Men tað vísti seg, at tað var ikki eins stórur áhugi millum føroyingar at keypa hesi partabrøv, sum vóru til sølu, sum tað var millum útlendingar. Og fleiri av teimum Føroyingum, sum keyptu, bæði feløg, almennir stovnar og privatfólk, seldu partabrøvini aftur, so hvørt sum virðið vaks á felagnum. Tó so, nøkur valdu at halda fast, og tey kunnu í dag gleða seg um, at tey lótu peningin arbeiða í felagnum. Tí tey sum t.d. settu 100.000 kr í felagið, hava fingið 80.000 kr aftur bara í vinningsbýti – umframt hækkingina í partabrævinum.

Tá Bakkafrost keypti Havsbrún í 2011, fingu parteigarirnir í Havsbrún eisini møguleika at veksla um til partabrøv í Bakkafrost til kurs 49, heldur enn at selja. Fleiri valdu at selja, men nøkur tóku heldur av tilboðinum um at fáa ognarskap í tí samanlagda felagnum. Sigast má, at hesi hava eisini fingið gott avkast síðani. Millum tey sum seldu var m.a. sjálvur eigarin av Dimmalætting og útlendingar keyptu.

Í dag eru umleið 4300 parteigarar í Bakkafrost úr 22 ymiskum londum. Av hesum eiga Føroyingar umleið 26%, Bretar umleið 22% og Norðmenn sløk 19%.