Pál Weihe er farin frá sum formaður.
TÍÐINDASKRIV FRÁ HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐNUM:
Sirið Stenberg tilnevnt nýggjar limir í Fólkaheilsuráðnum
Magni Mohr er formaður og Kathrina Lindenskov Holm er næstforkvinna í nývalda Fólkaheilsuráðnum
Á samkomu í Heilsu- og innlendismálaráðnum í dag almannakunngjørdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum hvørji skulu manna Fólkaheilsuráðið komandi árini. Tey tilnevndu eru:
-
Magni Mohr, formaður
-
Kathrina Lindenskov Holm, næstforkvinna, sálarfrøðingur
-
Petra Arge Poulsen, heilsufrøðingur
-
Katrin Danielsen, kommunulækni
-
Jón Klein Olsen, umboðandi løgregluna
-
John Henrik Olsen, umboðandi undirvísingarverkið
-
Elin Ludvig, umboðandi almannaverkið
Á samkomuni takkaði landsstýriskvinnan fráfarandi limunum í Fólkaheilsuráðnum fyri fyrimyndarligt arbeiði síðani 2005. Pál Weihe, sum hevur verið formaður hesi seinnu árini, og nývaldi formaðurin, Magni Mohr, søgdu eisini nøkur orð um leiklutin hjá ráðnum í fólkaheilsuhøpi.




