Fyrr í dag skrivaðu vit, at Jørgen Niclasen, á tingfundinum í dag, hevði undrast á, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gera mun á borgarstjórum.
”Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi á løgtingi halda, at tað er í fínasta ordan at borgarstjórar sita á løgtingi. Men í Klaksvík forða somu flokkar borgarstjóranum har at sita á løgtingi,” segði Jørgen Niclasen.
Men hetta vil Petur Martin Hansen, formaður í Norðoya Javnaðarfelag ikki hava at standa ósvarað. Í skrivi til Norðlýsið sigur hann, at Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar Býráð tók undir við at geva Jógvani Skorheim loyvi at fara í Løgtingið, meðan hann var borgarstjóri.
”Argumentið hjá okkum var, at vit kundu ikki hindra honum, tá ið vit høvdu tveir borgarstjórar á Løgtingi. Tað var Fólkaflokkurin og Tjóðveldi í býðráðnum, ið noktaðu honum at fara í tingið,” sigur Petur Martin Hansen.




