Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattauppgerðin 2015 hjá A-skattgjaldarum er komin

Danial Viðoy

Uppgerðin sæst longu í Borgaraglugganum og verður annars send út komandi dagarnar. 4. mars er hon í Mínboks, og 9. mars verður hon send við postinum til teirra, sum ikki nýta hesar tænastur.

Tíðindaskriv frá Taks:

Uppgerðin sæst longu í Borgaraglugganum og verður annars send út komandi dagarnar. 4. mars er hon í Mínboks, og 9. mars verður hon send við postinum til teirra, sum ikki nýta hesar tænastur.

Tølini hjá okkum vísa, at uppgerðin passar hjá 21.924 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.

Tølini siga eisini, at 15.649 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 39.947.157 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.006 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Írestandi skatturin er til samans 2.398.092 krónur.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær tó ikki útgoldnar, og skal ein gjalda minni enn 100 kr., verða tær ikki kravdar.

Borgarar skulu kanna, um skattauppgerðin er røtt
Eru feilir í, ella mangla upplýsingar, so skal ein lata sjálvuppgávu inn við røttum upplýsingum, og so gera vit nýggja uppgerð. Lættast er at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.

Er uppgerðin røtt, skal ein einki gera.

B-skattgjaldarar fáa bræv um at lata inn sjálvuppgávu
B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skattauppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Tá hon er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.540 borgarar. Eisini hjá hesum er lættast at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.

TAKS
2. mars 2016