Dystarfrásøgn: TB trýsti KÍ langt aftur á vøllin allan seinna hálvleik, men útiliðið hóraði undan og fekk fyri tað mesta hildið TB burtur frá stórum mál møguleikum.
Líkindini vóru frálík við Stórá, tá TB-KÍ dysturin bleiv bríkslaður í gongd. Sólin skein, og eingin kavi var at rudda burtur. KÍ byrjaði við eini uppstilling sum tey flestu kanska væntaðu við m.a. Niels Paula Danielsen á vinstra bakki og Hjalgrím Elttør á sentrala miðvøllinum, har Semir Hadzibulic ikki var blivin klárur.
TB gjørdi KÍ mistak
Í fjør minnast øll, at KÍ við Stórá søplaði 4 stig burtur við tveimum sjálvmálum seint í dystum, sum tí endaðu við javnleiki. Hesaferð var tað TB, sum var í gávuhýri. Um miðjan fyrra hálvleik legði ein TB leikari bóltin aftur til málverjan. Málverjin fekk ikki tamarhald á bóltinum, og so kundi Súni Olsen prikað hann til Heðin Klakstein, sum setti bóltin í málið. Burtursæð frá hesum, so vóru fáir mál møguleikar í fyrra hálvleiki. Kofi Appiah hevði roynd viðsíðuna av eftir frísparksinnlegg, meðan skot hjá Súna Olsen bleiv blokkerað.
KÍ stóð ímóti trýstinum
Í seinna hálvleiki bleiv talan um eitt langt TB trýst. KÍ hevði trupult við at spæla seg úr trýstinum, og tí bleiv tað meir ein spurningur um at verja fyri hjá útiliðnum, har Jonas F. Rasmussen og Mayowa Alli vóru drúgvir. Tó so, so mundi ein afturlegging frá Jonas F. Rasmussen kostað, tá Herve Din Din kom ímillum og fekk skot á, men á málstrikuni fekk stórspælandi Mayowa Alli ruddað burtur, og so slapp KÍ undan at gera eitt nærum sjálvmál triðja dystin á rað við Stórá. Nakað áðrenn leiklok fekk Páll A. Klettskarð ein risa møguleika at avgera dystin, tá Atli Danielsen spældi hann væl leysan, men TB málverjin Joslain Mayebi hevði lisið hann av og bjargaði lættliga. Seinastu løtuna hevði TB nógv spæl, men uttan at koma til heilt stóra mál møguleikan. Sostatt vann KÍ 1-0 uppá eitt stórt mistak í TB verjuni og ein kann siga, at TB fekk smakkað sítt egna medisin, um ein hugsar um dystirnar í fjør. KÍ fekk ein sjáldsaman sigur á útivølli og longu nú hevur KÍ vunnið helvtina av útisigrunum, sum KÍ fekk tilsamans annaðhvørt í 2014 og 2015, tá KÍ bæði hesi árini vann tveir dystir á útivølli av 14 útidystum tilsamans.




