(Dystarfrásøgn) Tað var klassamunur á liðunum, tá NSÍ vann tryggan 3-1 sigur í Klaksvík seinnapartin í 2. umfari í Effodeildini.
Tekstur: Jákup Ósá
Myndir: Oliver Joensen
Tað byrjaði annars sera væl hjá KÍ, tá Petur Andreasen spældi Páll A. Klettskarð hegnisliga leysan, og so var 1-0 til heimaliðið. Tá vóru bara tríggir minuttir farnir. Um hetta málið kom ov tíðliga fyri KÍ skal vera ósagt, men eftir hetta bleiv talan um ein dyst, sum klaksvíkingar vilja gloyma og tað ongantíð ov skjótt. NSÍ setti seg tungt á dystin og stutt seinni javnaði útiliðið. NSÍ helt fram at trýsta KÍ í botn, og tað var bara spurningur um tíð, áðrenn NSÍ kom á odda. Tann leiðslan kom, tá 20 minuttir vóru farnir, har Klæmint A. Olsen spældi Árna Frederiksberg leysan og hesin skoraði til 2-1. Júst Klæmint og Árni vístu seg at vera avgerandi hendan dystin. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki byrjaði KÍ spakuliga at koma inn í dystin, men samanlagt var klassamunur á liðunum nærum allan fyrra hálvleik, og 2-1 leiðslan hjá NSÍ var kanska ov lítil í mun til leikgongdina.
Í seinna hálvleiki royndi KÍ at koma betri við, men spælið hekk als ikki saman, og NSÍ hevði fult tamarhald á allan vegin. NSÍ økti eisini, tá Klæmint A. Olsen skoraði. Tað nærmasta sum KÍ kom var, tá Heðin Klakstein mundi fingið høvdið á innlegg í góðari støðu, og tað sigur alt um, at KÍ hevði sera trupult við at skapa møguleikar og ongantíð kom nakað veruligt KÍ trýst. NSÍ hevði aðrar møguleikar, og 3-1 sigurin hjá NSÍ var fult uppiborin.
Óvæntaður klassamunur
At NSÍ liðið fór at vera sera uppsett til hendan dystin var ikki óvæntað, nú liðið tapti á heimavølli í fyrsta umfari. 3-4-3 leikskipanin riggaði fyrimyndarliga, meðan 4-4-2 leikskipanin hjá KÍ als ikki riggaði, og tað gekk ikki meir enn hálvur tími til KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen broytti leikskipan og sendi Súna Olsen inn á miðvøllin, so liðið spældi meira líkt eini 4-2-3-1 leikskipan. Eftir hetta javnaði tað seg nakað út, men tó var NSÍ betra liðið nærum allar 90 minuttirnar. NSÍ leikararnir vóru sera ágrýtnir og vunnu nærum allar nærdystirnar og stríddust betri sum eitt lið. KÍ liðið var í fjør eitt sera gott heimalið, sum kanska bara í einum av 13 heimadystum, har liðið bara tvær ferðir einki stig fekk, tapti uppiborið, tá AB vann 3-1 í Klaksvík. Tí var tað rættuliga óvæntað, at NSÍ skuldi vera so nógv betri í Klaksvík hendan dystin, har einki riggaði hjá KÍ. Hvørki í opnum spæli ella við deyðbóltsstøðum. Dysturin í dag var ein tann vánaligasti í Klaksvík í longri tíð av heimaliðnum, men einki skal takast frá NSÍ. Komandi umførini fara at vísa, um NSÍ, sum av teimum flestu eisini er mett sum eitt betri lið enn KÍ undan kappingini, bara er so nógv betri enn KÍ sum hesin dysturin vísti, ella um talan var um ein dag, har einki riggaði hjá KÍ, meðan alt riggaði hjá NSÍ. Hini úrslitini í Effodeildini gera, at hóast KÍ og NSÍ longu hava tapt á heimavølli í síni fyrstu roynd, so er bara eitt stig upp til fremstu liðini, sum nú eru Víkingur og HB.




