Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DANSKTFÍGGJADUR ARGE-drongur SKUGGABOKSAR við TRØLL á áljósum degi

Virgar T. Dalsgaard

Vit hava havt nógvar hálvtómar rossleypar úr tjóðveldisrørsluni sitandi á donskum Fólkatingi gjøgnum árini, og teir hava flestallir kempad desperat fyri, at danskarar skuldu leggja merki til teirra eksistens.

Tað hevur lukkast fleiri av teimum at blíva meira og minni herostratiskt kendir sum heldur láturligar og pubertilar pausuklovnir.

Men tað er strævið at fornýggja seg sum politisk rukka!

Tí er tað ræðuliga synd í Magna Arge. Hann hevur við fortvivlaðum skarvslopum í 1/2 ár roynt at sagt ella gjørt okkurt, sum var enn meira hjálparleyst enn tað, sum hinir undanfarnu partamenninir hava gjørt og sagt, og tað er ikki sørt av eini avbjóðing.

Eitur man Arge til eftirnavn, er man jú eisini kendur fyri, at hava meginpartin av sínum intellekti sitandi í albogunum, so tað mest taktiska hevði nokk verið at trokað seg fram við rambukk-metoduni.

Men tað ber so illa til á Christiansborg, sum er ógvuliga vælvart móti øllum yvirgangi.

Magni hevur tí valt at brillera við vánaligum fólkaskikki, t.d. at súrmúla ella lúna og so sum tvørball nokta at taka ímóti innbjóðing, har hann kurteisliga er boðin sum danskur fólkatingslimur. So kann hann brillera og skyggja “glitrandi” við IKKI at vera hjástaddur.

Hann er nógv bestur og sæst frægast, tá ið hann slett ikki møtir upp. Man má siga, at tímalønin á Fólkatingi hjá slíkum lóki verður astronomisk, men nær hava loysingar annað enn kráma gramliga eftir donskum pengum?

Samstundis kemur hann við eini lítlari sjálvkonstrueraðari flagg-gølu, har hann akkurát sum pápi hansara forfalskar ta føroysku flaggsøguna við postulatum um, at danskarar mótarbeiddu einum føroyskum flaggi eftir Kríggið. Hetta er fleiri ferðir avsannað av Petur Mohr Dam, sum var við í øllum samráðingunum við ta donsku stjórnina frá 1945 til heimastýrislógin kom. Men hasa loddrøttu søgulygnina tekur hann uppaftur, sum loysingum vant.

Pápi hansara Niels Juel Arge hevur skrivað eina sonevnda flaggsøgu, sum hevur ræðuliga slagsíðu, m.a. tí hon skrivar tann reella skaparan av tí føroyska flagginum, harra EMIL JOENSEN út úr føroyskari flaggsøgu.

Tað var ússaligt, og tað er líka ynkiligt, tá ið nú sonurin tekur táttin uppaftur og fer at fortelja lygnir um flaggið..

Annars kann eg fortelja tí søgugrunna harra Magna Arge, at loysingarmenn við Thorstein Petersen á odda, slett ikki vildu hava tað føroyska flaggið, sum teir kallaðu studentarflaggið´. Teir vildu hava eitt “grønt flagg”. Tað vóru Louis Zachariassen og Petur Mohr Dam, sum stríddust fyri tí núverandi flagginum. Ikki loysingar-menninir!

Eisini hatta faktum hava Argemenn skrivað út úr søguni!

Tann desperati Magni Arge, sum ikki longri sleppur á flog, men febrilskt roynir at fáa danskarar til at leggja merki til sín, hann kann jú gera sum ein kendur partamaður hjá honum gjørdi á eini danskari ambassadu í síni tíð, har hann føldi seg yvirsæddan.

Hann leyp í nálastrípaðum altarsklædningi í ein svimjihyl í mannfjøld. Tá fekk onkur gestur eygað á tjóðveldismannin eina løtu.

Magni kann helst finna sær nakrar infantilar journalistar, sum eru fúsir til at ævinliggera ta hendingina, at ein Argemaður loypir á bláman í koti og skóleistum , t.d. á Longu Linju. So minnast fólk hann eina stutta tíð. Tað er so ræðuliga møtimikið at vera viðgitin í øllum Føroyum og heilt anonymur, ignoreraður ella bara komiskur í Danmark.

Tí má gerast okkurt heilt radikalt og desperat, – jú tápuligari og ynkiligari, jú betri. Danskarar fáa undirhaldið; men føroyingar fáa skommina av Argedronginum.

Virgar T. Dalsgaard