Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ nýtt oddalið

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Við Klæmint A. Olsen og Árna Frederiksberg í toppformi er NSÍ komið væl frá byrjan í Effodeildini hóast tap í fyrsta umfarinum á heimavølli.

Í Norðlýsinum fríggjadagin metti blaðið, at NSÍ kundi fara at liggja á odda í Effodeildini, tá 6 umfør eru leikt. Tí runavíkingar møta uppflytarum og ÍF og har plagar NSÍ at fáa fulla úrtøku. Í dag vann NSÍ 2-0 móti Skála, har Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg enn einaferð spældu stóran leiklut í málunum. Teir hava skorað ella lagt upp til mál hvørt umfar higartil í ár. Sostatt fekk NSÍ eina góða byrjan uppá eina røð av eysturoyar uppgerðum. Komandi umførini eita mótstøðuliðini B68, ÍF og Víkingur. Skála stendur framvegis uttan stig á útivølli, har skráin tó ikki hevur ikki verið løtt. Tí Skála hevur fyrstu trý umførini møtt trimum teimum bestu í fjør. Komandi umfar skal Skála til Klaksvíkar at møta KÍ.