Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov nógv persónlig mistøk í leikligari KÍ uppreisn

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn: Í mun til NSÍ dystinvar stór framgongd á KÍ liðnum, men persónligu mistøkini vóruov mong til at fáa nakað stig við sær aftur til Klaksvíkar.

KÍ legði nógv fyri fyrstu løtuna,men longu í fyrsta HB álopinum bleiv gjørt brotsspark. Fyrst leturAhmed Mujdragic bóltin springa uppum seg og síðani ger Mayowa Allibrotsspark, sum Christian R. Mouritsen skoraði uppá. KÍ kom vælfyri seg og trýsti HB til at gera nógvar feilir í uppspælinum ogav tí sama endaðu flestu HB uppspølini við, at liðið máttisparka burtur ella útav vøllinum. Hinvegin hevði KÍ trupult viðat fáa nakað samanhangandi spæl, hóast fleiri góðar støðurvóru. Í 31 minutti kom bólturin í armin á Niels Paula Danielsenog so var aftur brotsspark, sum Christian R. Mouritsen aftur skoraðiuppá. Eftir hetta fekk HB fult tamarhald á dystinum fram tilJóannes Bjartalíð stutt undan steðginum fekk minkað um munin til2-1.

Í seinna hálvleik fekk KÍ einaynskisbyrjan, tá langt innkast frá Mayowa Alli endaði við, atJonas F. Rasmussen kundi skorað sítt fyrsta mál fyri KÍ. KÍbleiv við at trýsta HB eina løtu eftir útjavnandi málið, áðrennHB tók heilt yvir og trýsti KÍ í botn. Tó uttan at skapa stórarmál møguleikar fram til Jonas F. Rasmussen ikki rakti ein bólt,sum endaði við at Poul Ingason kundi skorað og so var enn eittpersónligt mistak í KÍ verjuni orsøkin til eitt HB mál. Eftirhetta átti KÍ eitt sólarklárt brotsspark, sum Petur Reinerteisini staðfesti eftir dystin, at hann átti at dømt, tá bólturinkom í hondina á Jóhan T. Davidsen. Móti endanum royndi KÍ attrýsta, men tað hjálpti ikki, at liðið mátti spæla við 10leikarum, tá Mayowa Alli fór skaddur av vøllinum og KÍ hevðigjørt allar sínar útskiftingar. Tað endaði við, at Poul Ingasonfekk eitt mál afturat til endaligu støðuna 4-2.

Samanlagt var tað kanska í lagi, atHB vann, tí persónligu mistøkini hjá KÍ vóru ov mong í einumannars jøvnum dysti, har liðini skiftust um at hava yvirvág. Ringabyrjanin gjørdi, at KÍ mátti brúka nógva orku at innheinta HB.KÍ fekk leikliga uppreisn í mun til NSÍ dystin, tá einki riggaðiog serliga væl eydnaðist tað at trýsta – burtursæð fráløtuni áðrenn 3-2 málið í seinna hálvleiki – HB til at geramistøk í uppspælinum. Men í sjálvum KÍ spælinum er framvegispláss fyri betringum.