Hóast tey flestu sóu, at KÍ átti brotsspark móti HB, so sá Petur Reinert ikki hondina hjá HB verjuleikaranum.
Hóast tey flestu sóu, at KÍ átti brotsspark móti HB, so sá Petur Reinert ikki hondina hjá HB verjuleikaranum.
– Eg síggi ikki sambandið millum bólt og hond. Men eftir at hava sæð tað aftaná má eg siga, at eg gjørdi ein stóran feil, og tað er harmiligt, sigur ein erligur Petur Reinert við Norðlýsið eftir dystin. Støðan kann síggjast HER
Talan var um ein javnan og tættan dyst í Gundadali, har HB at enda vann 4-2. Men brotsparksstøðan við 3-2 støðuni kundi fingið avgerandi týdning, tí KÍ var omaná hesa løtuna. Men vit fáa tó ongantíð svar uppá, um KÍ hevði skorað uppá eitt evt. brotsspark og hvussu leikur hevði farið eftir tað.




