Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brusell: Vita ikki um nakar føroyingur hevur fingið skaða

John William Joensen

Øll sum vit hava samband við ella vita um her í Brusseles hava tað gott, sigur føroyski sendimaðurin í Brusseles, Kate Sanderson

Øll sum vit hava samband við ella vita um her í Brusseles hava tað gott, sigur føroyski sendimaðurin í Brusseles, Kate Sanderson

Metrostøðin, sum var atsøkt í morgun av terroristum, er beint við Føroysku sendistovuna í Brusseles, og føroyski sendimaðurin, Kate Sanderson, var á veg til arbeiðis beint sum støðin var bumbað.

Eg takið altíð sporvognin til eina togstøð og so plagi eg at taka metro-ina seinasta teinin til arbeiðis. Men tá eg skuldi skifta til metro-ina var støðin stongd í samband við terroratsøkn.

Vit eru øll ávirkaði av bumbuálopunum í Brussel í morgun, men øll starvsfólkini á sendistovuni hava tað gott og teir føroyingar sum vit vita um og hava samband við í Brussels hava tað gott.

Í løtuni heita myndugleikar á fólk um at verða heima við hús og vit fylgja gongdini. Boð verða givin umvegis okkara facebook síðu, sigur Kate Sanderson, fyri løtu síðan.

Føroyska sendistovan á Facebook:

https://www.facebook.com/The-Mission-of-the-Faroes-to-the-EU-117258281781612/?pnref=story

Kate Sanderson, føroyski sendimaðurin í Brusseles á Facebook:

https://www.facebook.com/kate.sanderson3?fref=ts