Seinastu tvey árini hevur Belgia verið partur av fleiri yvirgangsatsóknum.
- Í mai 2014 blivu fýra persónar dripnir av skotum á einum jødiskum savni í Brússel.
- Fleiri vápn, ið vórðu nýtt í álopinum á blaðið Charlie Hebdo í Paris í januar 2015, stavaðu frá einum belgiskum vápnahandilsmanni í býnum Charleroi.
- Í januar 2015 gjørdi løgreglan í Belgia eitt átak í fleiri býum móti einum bólki, sum var hildin at fyrireika eitt umfatandi álop.
- Í august 2015 var ein maður á veg í tokið frá Brússel til Paris. Hann var vápnaður við knívi og fleiri skotvápnum, men varð avmannaður í tokinum.
- Í minsta lagið tríggir av gerningsmonnunum sum stóðu aftanfyri álopini í Paris tann 13. november 2015, har 130 fólk doyðu, høvdu tilknýti til Belgia.
- Mikudagin 15. mars 2016 fór løgreglan undir eitt stórt átak í býarpartinum Molenbeek í Brússel, og fríggjadagin 18. mars bleiv Salah Abdeslam handtikin.
Álopini á flogvøllinum og metrostøðini í Brússel í morgun eru sostatt liður í eini langari røð av yvirgangsatsóknum og ætlanum um atsóknir, ið hava tilknýti til Belgia.




