Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat er loyvt viðvíkjandi dansi og skeinking á páskum?

Jákup Ósá

Vegleiðing um matstovuloyvi, dansiloyvi og skeinking á páskum.

Vegleiðing um matstovuloyvi, dansiloyvi og skeinking á páskum.

Færøernes politi hevur hesa kunning í dag og helst er tað tí, at tað hvørt ár er ivamál um, hvat er loyvt og ikki á hesum økinum hesar dagarnar.

Fútin útskrivar dansiloyvi við heimild í 43 í politiviðtøkuni fyri Tórshavn og í § 34 í politiviðtøkuni fyri landkommunurnar.

Í øllum dansiloyvum verður henda orðing brúkt:

“at dansurin v.m. heldur uppat náttina millum fríggjadag og leygardag og náttina millum leygardag og sunnudag eins og Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudag, nýggjársaftan, nýggjársdag, 2. páskadag, 2. hvítusunnudag og 2. jóladag kl.0345, og tá skulu hølini vera stongd kl. 0400 og allar hinar dagarnar kl. 2400.

Loyvið er ikki galdandi skírisdag, langafríggjadag, páskaaftan, páskadag, hvítusunnuaftan, hvítusunnudag, jólaaftan og jóladag.

Undantikið: Millum langafríggjadag og páskaaftan er tó loyvt at hava dans frá kl. 0001 eftir langafríggjadag til kl. 0400 páskaaftan, tá tíðin fyri langafríggjadag verður roknað til kl. 2400 og páskaaftan fyrst byrjar kl. 1800.

Les meir HER