70 ára gamli Radovan Karadzic, ið var leiðari hjá bosnisku serbunum í juli 1995, tá 8.000 bosniskir muslimar vórðu dripnir, varð í dag dømdur 40 ára fongsulsrevsing.
Karadzic varð handtikin á sumri í 2008 og hann hevur alla tíðina sagt, at hann er ósekur.
Karadzic vísti ongar kenslur, tá dómurin varð lisin í dómstólinum fyri krígsbrotsverk, í Haag, í dag.




