Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Islamiskur jihadisdur gongur leysur í Danmark

Helgi Abrahamsen

Ein maður sum í juli 2013 eftir øllum at døma meldaði seg tøkan til tænastu fyri Islamiska Statin (IS) í krígnum í Sýria, býr nú aftur í Danmark. Hetta framgongur av teimum 22.000 skjølunum hjá IS, sum fyrr í hesum mánaðinum lóku út til almenningin. Maðurin er hvørki handtikin ella ákærdur av løgregluni, og tað er í løtuni óvist, um nevndu skjølini eru nóg gott grundarlag fyri at rættarsøkja mannin.

Skjølini við upplýsingum um 1.736 persónar við tilknýti til IS, endaðu í hondunum á einum sýriskum fjølmiðli, sum valdi at almannakunngera tey.

Danska avísin Berlingske hevur síðani funnið fram til 7 danskar ríkisborgarar í skjølunum, men fregnartænastan hjá løgregluni vil ikki upplýsa, í hvønn mun skjølini verða brúkt í teirra kanningararbeiði.

Nú er ein av hesum 7 donsku ríkisborgarunum vendur heimaftur til Danmarkar, og har livur hann sítt frælsa lív.