Leikurin setur tankarnar í gongd og fær okkum at broyta áskoðan á kríggj, myndugleikar og tey menniskju, sum velja at fara í kríggj.
Mynd: ©Marita S. Dalsgaard
Tíðindaskriv – Tjóðpallur Føroya:
“Jørðin er eitrað”, ið varð frumsýndur á Tjóðpallinum 15. mars, er ein leikur um upplivingar hjá føroyskum krígsveteranum – eitt sjáldsamt, rørandi og sera viðkomandi evni. Leikurin hevur fingið allarbestu skoðsmál frá bæði ummælarum og áskoðarum og farið verður nú undir seinastu sýningarnar.
Eitt, sum eyðkennir upplivingarnar hjá áskoðarunum, er, at leikurin setur tankarnar í gongd og fær okkum at broyta áskoðan á kríggj, myndugleikar og tey menniskju, sum velja at fara í kríggj.
IKKI EIN KRÍGSLEIKUR
Hóast evnið sprettir úr føroyskum krígsupplivingum í Afganistan, snýr leikurin seg eisini um so nógv annað enn kríggj. Hetta er ein leikur um grundleggjandi kenslur millum menniskju, um kærleika, longsul, svik og um kensluna av at vera í hvør sínum heimi, hóast í sama rúmi.
EIN UMSKAPAÐUR TJÓÐPALLUR
Leikarar eru tveir av okkara royndastu leikarum, Hjálmar Dam og Beinta Clothier, sum vit millum annað kenna frá Veitsluni, ið varð sýndur fyri fullsettum húsum seinasta heyst. Leiksjóri er Marita S. Dalsgaard, sum saman við ljósi og videomyndum hjá Turpin N. Djurhuus og tónleiki hjá Joachim Holbek hevur umskapað Tjóðpallin á ein hátt, vit ikki hava sæð áður, á tremur við vøkrum teaturmyndum, teksti og tónleiki.
HEVUR TÚ DRIPIÐ NAKRAN?
“Hevur tú dripið nakran?” kann tykjast sum mest upplagdi og einasti spurningurin vit ynskja svar upp á. Á Tjóðpallinum fáa vit svar upp á nógvar aðrar og nógv meiri viðkomandi spurningar enn henda. Samstundis seta leikararnir áskoðarunum enn fleiri spurningar at taka við sær heim at hugsa um.




