”Einki annað hevur verið uppá tal, enn at tá hetta var goldið aftur, so skuldi einki rindast meira.” Tað segði Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, á stóra tunnilsfundinum, sum var á Giljanesi í gjárkvøldið.
Anfinn vísti á, at tá Vágatunnilin og seinni Norðoyatunnilin vórðu gjørdir, var skipanin soleiðis, at allir pengar sum vórðu játtaðir á fíggjarlógini skuldu brúkast í játtanarárinum. Tí var næstan ómøguligt at fáa slíkar ætlanir fíggjaðar.
”Vit sóu skjótt, at skuldu vit í gongd við eitt so stórt prosjekt, so var neyðugt at leggja tað uttanfyri fíggjarlógina,” segði Anfinn Kallsberg.
”Vit settu tí 20 mió. av um árið, og tað sum manglaði í skuldi fíggjast við láni og rindast aftur við bummgjaldi,” segði hann.
Landskassin skuldi eisini rinda
Sambært Anfinni Kallsberg hevur tað alla tíðina verið meiningin, at landskassin skuldi gjalda sín part av undirsjóvartunlunum og hesum leistinum mælti hann til at halda fast í.
“Ikki fyrr enn bummgjaldið er avtikið fáa vit fulla nyttu av hesum íløgunum, og tað má vera málið,” segði Anfinn Kallsberg. Hann mælti eisini til at halda fram við at gera undirsjóvartunlar til koyrandi er til Suðuroyar.




