Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn á Heygum: Vit hava møguliga ein juridiskan trupulleika, men hann kann lættliga loysast

Helgi Abrahamsen

Er tað so, at vit hava eina andsøgn millum lógina og viðmerkingarnar til lógina, so kunnu vit broyta lógina samsvarandi ynskinum hjá Løgtinginum, soleiðis at tað er samsvar millum lóg og viðmerkingar.” Tað segði Bjørn á Heygum, advokatur, á tunnilsfundinum sum var á Giljanesi í gjárkvøldið. Hann vísti eisini á, at tað er einki sum forðar løgtinginum í at gera eina slíka broyting.

Breið semja var á fundinum um, at viðmerkingarnar til lógina eru greiðar, meðan lógarteksturin sjálvur kundi verið greiðari.

“Endamálið við lógini framgongur av viðmerkingunum og tær vísa, at bummgjaldið skal nýtast til afturrindan av lánum,” segði Bjørn á Heygum.

“Men so hava vit nakrar andsagnir í lógartekstinum, tí har verður orðið “útveganarkostnaður” brúkt, og í míni verð merkir tað “totalur”,” segði hann.

“Vit hava møguliga ein juridiskan trupulleika, men hann kann lættliga loysast. Meira innviklað er tað ikki,” segði Bjørn á Heygum.