Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag mótmælir harðliga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða arbeiðspláss í norðoyggjum út á almennari uppboðssølu.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag mótmælir harðliga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða arbeiðspláss í norðoyggjum út á almennari uppboðssølu.
Felagið skilir ikki hví man frá politiskari síðu, av álvara ætlar at bjóða arbeiðspláss í vinnuni í norðoyggjum út á einari almennari uppboðsølu.
Ístaðin fyri at sáa ótryggleika um framtíðar arbeiðspláss í vinnuni átti løgtingið heldur at arbeitt fyri at tryggja at pensjónirnar hjá arbeiðsfólkum í vinnuni komu á sama støði sum tey hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum.
Vit heita tí inniliga á løgtingið um at steðga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða út arbeiðspláss í vinnuni á einari almennari uppboðssølu.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Arthur Guðjonsson, formaður




