Tað kann ikki sigast at vera ein hvøkkur, tá ið tú frættir, at ein 92 ára gamal maður hevur latið eyguni aftur á seinasta sinni. Men kortini tók tað mær fast, tá ið Símun hjá Gulaki hósdagin beint eftir døgurða ringdi til mín og segði, at abbi hansara var sloknaður.
Kenslustreingir darra eina løtu sum hesa, tí onkursvegna umboðar Símun Gulaksen, gamli Símun í Hattarvík, okkurt, ið hevur myndað meg sum menniskja.
Símun var føddur 9. januar í 1924. Foreldur hansara vóru Gulakur Gulaksen, bóndi í Uppistovu og Petra Elisabeth, fødd Petersen úr húsinum á Fløtti niðri í Húsi. Símun átti eina systur, Fridu Malenu, og fimm brøður: Jóhan Jákup, Mourentius, Algot, Leon og Gilbert, sum í juli mánaði í 1951 – um fermingaraldur – fall í Skorunum.
Símun giftist við Olgu Mariu f. Petersen. Foreldur hennara vóru Jóhannes Sivar, ið var ættaður úr Svínoy, og Malena f. Hansen úr Útistovu í Hattarvík. Har vaks Olga upp, og væl hevur altíð verið millum hesi bæði húsini, Uppistovu og Útistovu.
Olga og Símun fingu børnini Gulak, Kristinu, Petur Gilbert, Jóannes, Kertin og Sjúrð.
Tað var bygdini allari eitt meint bakkast, tá ið Olga doyði seinast í mars í 1995 í til tað góðum árum. Meinastur var missurin sjálvsagt Símuni, sum kortini sáttaðist við einbýli, hugnaði sær heima og røkti sítt yrki, til hann flutti inn á sambýlið á Heygnum í Klaksvík, har hann hevði tað gott, men støðugt stundaði hann ár um ár eftir sumri og seinni skurðfjøllum, tá ið hann aftur kundi seta fót á sína oyggj.
Vit hava so nógv gott at bera hesum bóndahjúnunum í Uppistovu. Ta fyrstu ferðingartíðina frá miðskeiðis í 1970-árunum var tað fast um ólavsøkumundið, at børnini fram móti midnátt fóru við lykt niðan við ánni at leita eftir lundapisum, og vit tilkomnu hópaðust í køkinum í Uppistovu, har vit hugnaðu okkum langt út á náttina. Og eitt av seinastu kvøldunum, áðrenn vit fóru av oynni, vórðu vit altíð boðin til nátturða við øllum góðum úr bóndans húsi.
Tá ið vit bygdu hús og fluttu út til Hattarvíkar í 1987, var valla dagur, har vit ikki stukku inn á gólvið hjá hesum blíðu fólkum, og mikukvøldini, vit tóku saman í køkinum í Útistovu, var Olga hin lættasta í ringinum – og har dansaðu vit dansispøl, ommur og abbar, vit á miðjum aldri, ungdómar og børn so hugagóð.
Fyrst, ið vit komu til Hattarvíkar, búðu fólk í níggju húsum – millum 40 og 50 fólk tilsamans. Blítt og fryntligt fólk, sum tú ert takksamur fyri at hava kent.
Øll bera Símuni tað, at hann var góður bóndi. Honum dámdi hetta lívið at fáast við kríatúr og alt starv, sum hoyrir bóndaskapi til. Ein skilamaður, bæði tá ið ráddi um arbeiði á landi og at søkja sjógvin. Mangan hevði hann á orði, hvussu hugaligt tað var at rógva norð undir land í fimmtiárunum, tá ið lomvigagarðarnir flugu tættir um Múlan.
Símun var orðhagur, stillførur, og altíð leikti eitt skálkaligt bros handan álvarsliga yvirbráið. Serliga minnist meg morgunin eftir aprílvalið í 1998, tá ið sjálvstýrisvongurin fekk 14 av 16 atkvøðum í Hattarvík, og fullveldisspurningurin av álvara kom á breddan. Tá smírdist hann so smørliga og bar upp á mál, um vit nú mundu hava tikið í so rívan til. Men hann greindi støðuna við skili: landshúsarhaldið er ikki øðrvísi enn eitt vanligt húsarhald. Tað ræður um at dúva upp á egið tilfeingi og ikki brúka meira enn tað, tú forvinnur. Hugburðurin í skaldsøguni “Feðgum á ferð” sat djúpt í honum: tað ráddi um ikki at koma sær í skuld, og dentur mátti leggjast á at svara hvørjum sítt.
Símun sá tey árini, honum untist at liva, øgiligar samfelagsbroytingar:
Tað árið, hann var borin í heim, vóru í bygdini 78 fólk í tólv húsum. Hetta talið vaks upp í knappliga 100 fólk beint fyri seinna kríggj, tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni búgva í dag 12 fólk í Hattarvík, men um veturin eru dagar, tá ið bygdin er um at vera manntóm. Og sama er gongdin í øðrum útoyggjum.
Um Símun í Uppistovu kann av røttum sigast, at ein heiðursmaður er farin í annað ljós.
Vit lýsa frið yvir minnið um henda gløgga og vinsæla mann og takka so fyri gott grannalag og fyri alt, hann lærdi okkum – bæði við orðum og gerðum.
Árni Dahl




