Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja Skúvadalshúsið tekur form

Oliver Joensen

 Á Tekniska Skúla í Klaksvík verður arbeitt av kraft við nýggja Skúvadalshúsinum. Sjúrður Sólstein, sum er lærari á skúlanum og leiðari fyri projektinum sigur, at ætlanin er, at nýggja húsið skal setast upp í ár.

Norðlýsið var á Tekniska skúla í dag og fingu vit har eina frágreiðing um húsið. Støddin verður á leið tann sama sum húsið í nú stendur har eysturi, tó verður hetta nýggja húsið nakað styttri og eitt vet breiðari.

Vit byggja nú síðurnar á húsinum í elementum, soleiðis at tey hava eina passaliga stødd at handfara har vesturi og væl kunnu flúgvast eystur. Men enn er yvirtromin ikki komin á, greiður Sjúrður Sólstein frá. Hetta er ein partur av frálæruni til næmingarnar. Vit hava havt teoretiska frálæru áðrenn vit byrjaðu at byggja. Nú veggirnir skjótt vera liðnir, verða teir tiknir niður og pakkaðir til flutnings og samanseting eysturi í Skúvadali. 

Síðani verður farið undir teoretisku undirvísingina, sum skal liggja til grund fyri reisingini á húsinum. Tá tað er liðugt, verður farið undir praktiska partin við at byggja yvirtromina, og hon verður eisini sett upp her á høllini og bygd á sama fundament, sum veggirnir, sum tú sært nú, standa á.

Víddin á húsinum er einar 50 fermetrar, og harafturat verður eitt hems uppi undir yvirtromuni og og kvistinum.

Annars verður ikki nógv innrætting sum so, fyrst tú kemur til húsið, so er ein uddandura inngongd, síðani ein stórur durur. Restin verður eitt rúm, við einum króki har ein lítil køkur verður skipaður.

Upp á fyrispurning, nær húsið fer eystur í Skúvadal, sigur Sjúrður Sólstein, at tað veit hann ikki rættuliga, tí tað liggur ikki í hansara hondum, men vit á skúlanum ætla at vera lidnir við húsið í hesum skúlaárinum.

Meira um Skúvadalshúsið í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum fríggjdagin.