Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldseta um útróður

Tíðindaskriv

Hóskvøldið, 7. apríl kl. 19:00 verður triðja kvøldsetan á hesum sinni um útróður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fólk hava tikið væl undir við hesum tiltaki. Tað hevur verið áhugavert at lurta eftir, so væl hesir menn hava dugað at sagt frá.

Frásagnirnar livdu sítt sæla lív um varrakant og lótu hugmyndirnar í ein gyltan stakk, sum vóru útróðrarmonnunum til mikla tign, miklan sóma og okkum øðrum at gagni. Vónandi verður henda kvøldseta eisini eitt gott frásøgukvøld.

Í steðginum verður ein góður dussur, føroyskt breyð og okkurt forkunnugt upp á breyðið.

Tey, ið siga frá, eru:

Albert Eldevig, Bjørghild Arnoldtsdóttir, Petur Mohr, Poul J. Lundsbjerg og Egil Emilsson Toftegaard.

Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar.