Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways yvirtikið seinnu AW139 tyrluna

Tíðindaskriv

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið hevur keypt.

Tyrlan kemur væntandi til Føroya síðst í vikuni og verður beinanvegin sett í rakstur. Nýggju tyrlurnar eru eitt

stórt framstig fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið eina nýggja tyrlu av slagnum AW 139. Talan er um ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum,

sum felagið keypti í fjør, eftir at avgjørt varð at skifta tyrluflotan út. Útskiftingin av tyrlunum er gjørd í samráð við landsstýrið

eftir at partarnir í fjør samdust um nýggjan leist fyri tyrlutilbúgving og rutuflúgving millum oyggjarnar.

Nýggju tyrlurnar koma í staðin fyri tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum hava røkt tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

Talan er um eitt stórt framstig, tí gomlu tyrlurnar eru vorðnar minni og minni virkisførar, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt eru

settar í gildi innan tyrluflúgvingina.

Vinaliga

Atlantic Airways