Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norskt lokalblað skrivar um føroysku haruna

Helgi Abrahamsen

Seinasta leygardag stóð grein í norska blaðnum “Kragerø Blad Vestmar” um føroysku haruna.

Á forsíðuni stóð “Fire kragerø-harer blev til 20.000” og sjálv greinin, sum stóð á opnuni bar heitið: “Haren fra Kragerø overtok Færøerne”.

Greinin er um føroysku haruna, og um hvussu amtmaðurin Emil Dahlerup í 1854 fekk fatur á fýra harum í Kragerø í Norra. Hesar vórðu seinni sleptar leysar í Kirkjubøreyni og eru forfedrar til allar tær harurnar, sum í dag eru í Føroyum.

Greinin í norska blaðnum kann lesast her