Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russisk stríðsflogfør flugu tætt framvið amerikanskum herskipi í Eystursjónum

Helgi Abrahamsen

Tvey russisk stríðsflogfør flugu bæði mánadagin og týsdagin sera tætt framvið amerikanska herskipinum USS Donald Cook, sum liggur í Eystursjónum.

Sambært BBC var tað eina flogfarið einaferð bara 9 metrar frá skipinum. Einki sást tó til at nøkur vápn vóru á flogførunum, sum eftir øllum at døma vandu eitt álop á skipið.

Umframt flogførini var eisini ein russisk tyrla heilar 7 ferðir fram við USS Donald Cook, helst fyri at taka myndir.

Hendingin fær tankarnar at leita aftur til kalda kríggið, tá líknandi hendingar fleiri ferðir vóru nær við at elva til samanbrestir.

Amerikanska stjórnin hevur funnist at hendingini, men russiska stjórnin hevur ikki gjørt viðmerkingar til málið.