EIK málið er eitt heldur sjálvsamt fjølmiðla mál? Eik hevur ongantíð brúkt avskrivingarnar av skattligum goodwill í ársroknskapinum, hóast TAKS hevur givið loyvi til tess. Tær verða heldur ikki brúktar fyri roknskaparárið 2015 og EIK bíðar framvegis eftir avgerð frá TAKS?

Sosialurin og Kringvarp Føroya sum sambært tíðindaleiðaranum hjá KVF hava fingið atgongd til skjøl frá einum ”Wistel-blower”, rógva fram undir at Eik fremur tilvitað skattasvik ella vísir grovt ósketni.
Hetta eru sanniligar grovar ákærur og fyri undirritaða, sum einans kennur málið gjøgnum KVF og Sosialin er nærliggjandi, at hugsað at tað júst er sama keldan, sum hevur avgerandi orðið tá pennurin verður førdur. Talan er um eitt sera teknist skatta mál, sum fjølmiðlafólk sjálv neyvan hava førleika til at greinað. Er keldan kanska eisini partur í málinum er ein spurningur, sum bert KVF og Sosialurin kunnu svara, tí talan er um eitt sera tekniskt mál har serfrøðin er ymisk á málið.
Í sending hjá KVF í morgun søgdu sjournalistarnir hjá KVF og Sosialinum at hetta var eitt sera týðandi mál at avdúka tí landskassin misti av órøttum 100 mió. kr.
Landskassin hevur einki mist tí sambært tí sum er komið fram bíðar bankin framvegis eftir svarið frá TAKS, hvørt bankin sleppur at avskrivað ella ikki.
Talan er í øllum føri um eina sjálvsama miðlasøgu har eingin tykist hava forbrotið seg, men álíkavæl flúgva ákærur um oyru og eygu.
Livst so spyrst!
John William Joensen