Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkunnug tónleika-vitjan úr Kópavogi

Tíðindaskriv

Árni Harðarson, avhildin kórleiðari hjá m.a. navnframa mannskórinum, Fóstbræður, sum fyri nøkrum árum síðan hava verið á Føroyaferð, er eisini skúlastjóri á Tónlistaskúlanum í Kópavogi.

Um vikuskiftið koma 22 næmingar frá Tónlistaskúlanum í Kópavogi at hava konsertir her. Talan er um eitt strúkaraorkestur, sum Árni Harðason stjórnar, og fara tey at framføra tvær konsertir á Føroyaferðini.

Fyrra konsertin verður í Vesturkirkjuni í Tórshavn leygarmorgunin klokkan 11.30.

Seinna konsertin verður í Christiankirkjuni í Klaksvík sunnudagin klokkan 16.00

Skráin hjá teimum er blandað, barokk tónleikur, eisini nakað av íslendskum tónleiki. Tónleikur fyri cembalo er eisini a skránni.


Konsertirnar eru ókeypis.