Enn ein frálík listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Hesaferð læt Heðin Kambsdal upp listaframsýning, og segði granni hansara úr Fuglafirði, Dávur Winther nøkur orð, tá ið framsýningin læt upp kl. 14.00 í dag.
Tíðindaskriv:

Rani Nolsøe sang og spældi nøkur løg og høvið var at síggja 16 fjálgar, lit- og ljósríkar málninga og annars heilsa uppá listamannin og urguleikaran Heðin Kambsdal.
LES RØÐUNI HJÁ Dávur Winther HER
Heðin Kambsdal er kendi “ljósmálarin” úr Fuglafirði – Hetta temaið, gluggin, ljósið, glamlýsið, mótljósið og skuggin, sum stendst av ljósinum, hevur verið ein av sterkum og dygdunum í málningunum hjá Heðin – “Hvaðani kemur ljósið”? Kanst tú í summum førum spyrja.
Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Framsýningin kann síggjast mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17 og sunnudag frá kl. 14 til 18.
MYNDIR – DÁVUR WINTHER: